Nýtt mat- og tilfeingishús

Nýtt mat- og tilfeingishús
Vit skulu fáa meira burtur úr okkara rávørum, tí hevur landsstýrið valgt at seta á stovn eina nýggja eind, sum eitur Mat- og tilfeingishúsið
15.07.2025 - 19:26

Í Mat- og tilfeingishúsinum, sum kemur at liggja saman við Granskingarsetrinum iNOVA í Havn, skulu burðardyggar loysnir mennast úr føroyskum rávørum, bæði til nýtslu innanlands og til útflutning. Tað sigur Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Vinnumálaráðnum. 

Sambært Oyvindi av Skarði, skulu vit gerast meira sjálvbjargin og hugsa nýtt, og landsstýrið hevur longu søkt eftir einum ráðgeva til nýggja Mat- og tilfeingishúsið.

Vit hitta eisini nýggja gartnarin í Veltuni, Kim Neider. Hann hevur fyrr velt grønmeti bæði í Íslandi og Grønlandi og trýr uppá, at Føroyar kunnu gerast sjálvbjargin við grønmeti.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066