Rutt: Eg legði eitt sindur ov hart út

Rutt: Eg legði eitt sindur ov hart út
Rutt Gregersen endaði á 10. plássi í 10.000 metur renningini, og hóast hon ikki var ordiliga nøgd við tað, var hon glað fyri at hava umboðað Føroyar á oyggjaleikum fyrstu ferð
13.07.2025 - 22:28

 - Tað var ræðuliga strævið og heitt. Eg legði kanska eitt sindur for hart út, men stuttligt kortini.

Tað segði Rutt Gregersen, sum rann á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Hon endaði á 10. plássi í 10.000 metur renningini á Picky-leikvøllinum í Kirkwall sunnudagin, og var ikki heilt nøgd við tíðina 39.26.13 minuttir.

 - Eg ætlaði mær skjótari. Eg havi runnið skjótari fyrr á vegi í Føroyum, men eftir umstøðunum eri eg nøgd, segði rennarin, sum byrjaði at venja av álvara í heyst.

Hon skal eisini renna 5000 metrar. Tað ger hon mikudagin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817