- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja ættarliðið til reiðar
Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing er væl og virðiliga avgreitt.
- Tað verður spennandi at fara avstað við nøkrum góðum gomlum svimjarum og so einum meiriluta av yngri svimjarum, sum eru komnir fram síðstu árini, sigur Rúni Gaardbo, venjari í Svimjisambandinum.
Níggju av 12 svimjarum, sum skulu kappast á Oyggjaleikum á Orknoyggjum, eru føddir í 2005 ella seinni. Tvey av teimum yngstu eru Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted úr Ægi.
- Um eg fái medaljupláss, er tað fantastiskt, men vónirnar hjá mær eru góðar. Kanska eitt føroyskt met, allarhelst, sigur Lea Osberg Højsted, sum hevur sett eitt met fyri og annað eftir í bringusvimjing síðstu árini.
- Tað hava verið tvey heilt fantastisk ár hjá mær. Eg var lágt niðri frammanundan, har eg ikki kláraði bestu tíð í eini tvey ár, so at koma upp at svimja bestu tíðir allatíð og seta føroysk met, hevur verið heilt fantastiskt, sigur 17 ári gamli svimjarin.
Lovar heiðursmerki á Orknoyggjum
Eisini Isak Brisenfeldt hevur gjørt vart við seg saman við hinum í hópinum, sum telur millum annað Elisabeth Erlendsdóttir, Bartal E. Eidesgaard og Líggjas Joensen.
- Eg havi arbeitt ræðuliga hart, og um tú arbeiðir hart, verður tú betri, sigur Isak Brisenfeldt, sum skal svimja ikki færri enn níggju greinar í bæði firvald og frí á Oyggjaleikum.
Eftir tíðunum at døma liggja føroysku svimjararnir væl fyri at vinna gullheiðursmerki - serliga í frísvimjing - men tey flestu kunnu bjóða av um topp-trý.
- Eg tori ikki at lova nakað met hesa ferð, sigur Rúni Gaardbo, men vit fara at gera okkara besta fyri at røkka upp ímóti tí, sum vit hava gjørt fyrr.