- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kollafjørður: Kollur og Kjósin vunnu
Kjósin úr KÍF ætlaði sær avgjørt at endurtaka sigurin frá sundalagsstevnu, tá tær endiliga sluppu í bátarnar sunnudagin.
- Tað situr mest í høvdinum. Kanska tú verður troyttur, kanska tú ikki orkar meir, og tá mást tú fáa hetta inn í høvdið: "Eg skal hetta. Eg skal klára tað", segði Eva Schiller Jóannisdóttir.
Royndan avloysara
Størsti kappingarneytin, Fípan Fagra, hevði avbjóðingar og pulsurin var høgur beint áðrenn róðurin hjá 5-mannaførum hjá kvinnum. Ein av manningini var endað á sjúkrahúsinum, og eingin minni enn forkvinnan í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag loysti av.
- Eg skal rógva nú í Fípuni Føgru og so skal eg stýra Firvaldi 17-18 ár nakrar róðrar seinni, segði Kristina Roest.
Um tað var íkomna støðan hjá Fípuni, sum var orsøkin, er ilt at siga, men kollfirðingarnir í appilsingula bátinum vóru skjótastar og vunnu við eini góðari bátslongd á norðingunum, sum akkurát megnaðu at halda Leikalind hjá Tindi aftanfyri seg.
Javnt í FM-stríðnum
Hjá gentunum 14-16 ár stendur kappingin millum Píl úr Havnar Róðrarfelag og Koll úr KÍF. Á norðoyastevnu endaði tað heilt einfalt við javnleiki, men á sundalagsstevnu hevði Pílur munin.
Á jóansøku eydnaðist akkurát Kolli at koma fyrst um málið, og tí er púra javnt í stríðnum um føroyameistaraheitið.
(Mynd: Jan Herman Hansen/RSF)