Klaksvíkingur aftur skjótastur

Klaksvíkingur aftur skjótastur
Klaksvíkingur vann sannførandi á Havnarbátinum og Norðingi, sum var betur við hesa ferð. Í stríðnum um FM økti flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag tískil um leiðsluna
24.06.2025 - 10:00

Klaksvíkingur var aftur skjótastur, tá 10-mannaførini kappaðust á jóansøku í triðja føroyameistararóðrinum í summar.

Føroyameistararnir úr Klaksvíkar Róðrarfelag róðu sannførandi og høvdu tamarhald og Havnarbátinum og Norðingi, sum máttu taka til takkar við at kappast um silvurið.

Tað var Havnarbáturin, sum fekk 2. plássið, meðan Norðingur kom síðstur á mál, men fylgdi betur við hinum báðum enn á undanfarnu róðrunum. 

 - Vit royna altíð at koma framum beinanvegin, men teir hingu væl í í byrjanini, men so komu vit framum, so tað riggaði, segði Tóra S. Hansen á Klakvíkingi.

(Mynd: Jan Herman Hansen/RSF)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481