Rannva Kunoy sýnir fram í simulatorhøllini hjá Atlantsflogi

Rannva Kunoy sýnir fram í simulatorhøllini hjá Atlantsflogi
Fyrsta einkarframsýning eftir Rannva Kunoy í 15 ár verður á ársins longsta degi
20.06.2025 - 19:47

Rannva Kunoy hevur sermerkt seg á listapallinum um allan heimin, við forvitnisligu myndlistini ið viðger ljós, sjón og fatan.

Hóast verk hennara hava verið við í mongum bólkaframsýningum her heima, eru nú 15 ár liðin síðani hon seinast hevði einkarframsýning í Føroyum.

Nú verður aftur høvi at uppliva eina einkarsýning eftir Rannva í Føroyum. 

Framsýningin verður í morgin, á ársins longsta degi, í simulatorhøllini hjá Atlantsflogi í Vágum.

Við sýningini spælir Rannva við staðseting, uppfatan av maskinum og reflekterandi tilfari, umframt leiklutin hjá serliga norðurlendska ljósinum.

Sýningin er bert opin í tríggjar tímar, og er sostatt eitt serligt slag av løtumynd, greiðir Rannva Kunoy frá, í innslagi í Degi og viku.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313