Renna aftur langt á Oyggjaleikum

Renna aftur langt á Oyggjaleikum
Á Guernsey fóru skjótu menninir avstað við yvirskriftunum, men nú eru manligu langteinararnir við aftur. Heili tríggir bjóða av á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum
16.06.2025 - 14:50

Um slakan mánað skulu tríggir føroyskir langteinarennarar kappast á Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum.

Hjá Juliani Gregersen úr Treysti og Rógva Kárason og Nela Heldarskarð úr Bragdinum eru fyrireikingarnar í hæddini í hesum døgum.

Felags fyri teir er, at teir renna millum átta og tíggju túrar um vikuna. 

Julian skal kappast í 1.500 metrum, 5000 metrum og hálvum marathon. Neli skal renna 10.000 metrar og hálvt marathon, og Rógvi Kárason savnar seg um hálva marathoni.

Yvirhøvur er langt síðani, at Føroyar hava havt tríggjar somikið sterkar manligar langteinarar í senn.

 - Tað er fyrst og fremt tí, at tað eru fleiri, sum trena meira og leggja nógv fyri, sigur Rógvi Kárason.

 - Tað eru fleiri og fleiri, sum leggja ta neyðugu tíðina og venjingina í tað, heldur Neli Heldarskarð.

 - Tað er ordiliga stuttligt, at havnarmenninir eru farnir at renna so skjótt nú, sigur klaksvíkingurin, Julian Gregersen.

 

Dani hevur trýst bragdamenninar rætta vegin

Júst bragdamenninir hava havt krútsterka danan Jacob Ejby Stengaard í felagnum í vetur. Hann hevur tikið lut í og vunnið flestu vetrarkappingarnar, og tað hevur trýst føroysku rennararnar rætta vegin.

 - At síggja hann renna, og hvussu nógv hann leggur fyri, hevur verið við til at hækka um stigið hjá øðrum, sigur Neli Heldarskarð.

 - Hann hevur gjørt sítt. Vit tíma allir at renna, men hann hevur kanska fingið okkum at renna meira, og rennur tú meir, verður tú betri, staðfestir Rógvi Kárason.

Rógvi Kárason og Julian Gregersen vóna at bjóða av um heiðurmerki á sínum teinum, meðan Neli Heldarskarð, sum bert hevur runnið í tvey ár, viðgongur, at tað verður torført at koma upp á heiðursmerkjapláss.

Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum vera dagarnar 12. til 18. juli.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744