Ungdómur fingið heiður fyri gransking

Ungdómur fingið heiður fyri gransking
Fimm næmingar úr 7. flokki í Eysturskúlanum hava vunnið 'Ársins Vitanarfróðu'
13.06.2025 - 19:29

Ársins Vitanarfróðu hevur sum endamál at læra børn og ung at hugsa og arbeiða við vísindaligum háttalagi.

Tað er Granskingarráðið sum í fleiri ár hevur skipað fyri átakinum í samstarvi við Nám, sum frameftir fer at standa á odda fyri átakinum.

Øll úr 4-7 flokki kunnu luttaka í 'Vitanarfróðu', og kappast um ein vinning á 3000kr.

Í ár eru tað fimm næmingar úr 7.b í Eysturskúlanum sum hava fingið heiðurin fyri at greiða frá hugleiðingum um teirra dreymar, í sambandi við spurdómin 'Hví droyma fólk?'.

Teir fimm næmingarnir eru Baltasar Gaini, Prince Berja, Brandur Bárðason Johannesen, Pætur Akraberg Andreasen og Róaldur Frederiksen.

Saman við lærarinum Johann J. Petersen, greiða teir frá uppgávuni í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896