241 fólk latið lív í flogvanlukku

241 fólk latið lív í flogvanlukku
Bert ein persónur kom livandi frá vanlukkuni, tá eitt ferðafólkaflogar í dag datt niður stutt eftir fráferð í India
12.06.2025 - 19:27

Fyrr í dag datt eitt flogfar niður stutt eftir fráferð úr býnum Ahmedabad í India.


242 ferðandi vóru umborð á flogfarinum, sum var á veg til Gatwick í London. 

Inntil seinnapartin í dag helt mann, at øll umborð doyðu. Nú er ein persónur funnin á lívi, sigur G.S. Malik, politiovasti í Ahmedabad.


Tilsamans eru meira enn 200 lík funnin á vanlukkustaðnum.

Tey deyðu eru bæði ferðafólk og fólk, sum vóru á økinum, har flogfarið datt niður.


Av teimum ferðandi vóru 169 indiskir ríkisborgarar, 53 bretar, sjey portugisar og ein kanadiari, upplýsir Air India.

Orsøkin til vanlukkuna er ikki greið. Sambært Flightradar24, sum heldur eygað við sivilu flogferðsluni, fór sambandi til flogfarið minni enn ein minutt eftir fráferð.


Flogfarið var av slagnum Boeing 787-8 Dreamliner.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt Boeing 787-flogfar endar í eini  flogvanlukku av hesum slagnum. Vanlukkan verður søgd at vera álvarsamasta flogvanlukkan í eitt áratíggju.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166