Betri enn Google Street View

Betri enn Google Street View
Í hesum døgum koyrur ein serligur bilur runt oyggjarnar og tekur myndir av øllum sum sæst av almennum vegum
10.06.2025 - 19:25

Tað er danska fyritøkan Cowi, sum eigur bilin.

Cowi hevur vent seg til føroysku fyritøkuna Munin, um at taka myndir í Føroyum. 

Myndirnar líkjast teimum flest øll kenna frá Google Street View. Myndirnar hjá Cowi verða tó tiknar javnan, og kunnu tí brúkast av kommunum, myndugleikum og fyritøkum, sum vilja fylgja við í broytingum í náttúruni og almenna rúminum, sigur stjórin í Munin, Búi Uni Jensen. 

Cowi tekur myndir í Danmark, Føroyum, Grønlandi og í Íslandi.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229