Venjarin: Ultimativa stresstestin

Venjarin: Ultimativa stresstestin
- Hetta var kanska tann ultimativa stresstestin, segði venjarin, Eyðun Klakstein, sum helt høvdið kalt og fekk løn fyri tolnið, tá Føroyar avgjørdu seint ímóti Gibraltar
09.06.2025 - 22:57

Føroyar vóru aftanfyri í seinna hálvleiki, og fólk høvdu kanska hug at ørkymlast og ótolnast, men ikki landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein.

Sat tú eina løtu og sást yvirskriftirnar fyri tær?

 - Nei, tað gjørdi eg ikki, og tað, sum ræður um, tá mann er venjari, er at vera í dystinum, inntil hann er liðugur. So má mann taka skrædlið aftaná, um tað er, og tað megnaðu vit væl. Hetta var kanska tann ultimativa stresstestin, segði Eyðun Klakstein eftir dystin.

Gibraltar hevði lagt seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, eftir at Føroyar annars vóru byrjaðar væl, og hóast heimaliðið fer eftir fer spældi seg í góðar støður, gekk striltið við at fáa útjavnandi málið.

Tað kom kortini, tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Árni Frederiksberg sendi hornaspark beinleiðis í netið. Heimaliðið helt á at trýsta, og tá 85 minuttir vóru spældir, fekk sendi Patrik Johannesen eitt flatt innlegg í netið til stóra gleði fyri bæði spælarar og viðhaldsfólk á Tórsvølli.

 - Vit vilja skora upp á deyðbóltar, og tað gjørdu vit so í dag, og so fingu vit tað fyrsta málið hjá okkum í opnum spæli, og tað bleiv eitt gott eitt. Eg haldi eisini, at tað vóru upptrekk til onnur mál. Gott spæl, nógv gjøgnumbrot, cutback og innlegg og menn, sum vóru hálvfríir og fríir. Tað mátti lukkast hjá okkum til síðst, og tað gjørdi tað tíbetur, segði Eyðun Klakstein.

SÍ EISINI: MÁLINI: Árni og Patrik ornaðu paragraffirnar eftir steðgin

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076