Jóan Símun við aftur: - Dystarmetið fyllir lítið hjá mær

Jóan Símun við aftur: - Dystarmetið fyllir lítið hjá mær
Jóan Símun Edmundsson hevur loyst av fyri skadda Petur Knudsen á manslandsliðnum, og kann nærkast dystarmetinum. Júst tað hevur kortini ikki so nógv at siga, sum at vera við
08.06.2025 - 18:17

Jóan Símun Edmundsson er við aftur á fótbóltslandsliðnum, og kemur hann á vøllin ímóti Gibraltar hevur hann spælt 94 ferðir við Merkinum á bringuni.

Tá er bert ein dystur upp til metið á mandslandsliðnum, sum Fróði Benjaminsen eigur. Júst dystarmetið fyllir kortini ikki so nógv í huganum hjá framherjanum av Toftum.

 - Tað fyllir øgiliga lítið hjá mær, sigur Jóan Símun Edmundsson. 

 - Tað snýr seg um ein dyst í senn. Tað er eitt sindur sum við lívinum sum fótbóltsspælari. Mann tekur eitt ár í senn, sigur royndi landsliðsspælarin, sum í løtuni spælir í Íslandi eftir eitt legg í Norðurmakedónskum fótbólti.

 - So handlar tað bara um at gera tað so gott, sum tú kann. Verður tú so valdur, fantastiskt. Verður tú ikki valdur, er tað bara soleiðis, tað er, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum kortini viðgongur, at hann fegin vil koma upp á 100 landsdystir.

 

Eigi at vera við

Jóan Símun Edmundsson varð ikki tikin út til dystirnar ímóti Georgia og Gibraltar, men tá Petur Knudsen fekk ein skaða í knæið í Tblisi, vóru kortini boð eftir framherjanum.

 - Sum so nógvir aðrir fótbóltsspælarar, heldur tú kanska, at tú ert eitt sindur betri, enn tú ert, og tí havi eg alla tíðina hildið, at eg átti at verið við, og at eg havi nakað at geva landsliðnum, men meinigarnar eru so ymiskar um fótbólt. Men eg gleðist um at vera við aftur, og vóni, at tað kanska ikki bara verður hesa ferð, men eisini í framtíðini, sigur Jóan Símun Edmundsson. 

Kringvarpið vísir HM-undankappingardystin ímóti Gibraltar, sum byrjar klokkan 19.45. Byrjað verður at senda klokkan 18.45.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223