Liðskiparin: Vit seta yvirleggjaran

Liðskiparin: Vit seta yvirleggjaran
Trýst er á føroyska manslandsliðnum undan heimadystinum ímóti Gibraltar í kvøld, men trýst kann brúkast positivt, sigur liðskiparin, Hallur Hansson
09.06.2025 - 11:40

Føroyar eru favorittar undan HM-undankappingardystinum ímóti Gibraltar á Tórsvølli í kvøld.

Tað leggur eitt ávíst trýst á føroyingarnir, sum spæla sín fysta heimadyst við Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjara. 

 - Trýst kann eisini vera positivt, sigur liðskiparin, Hallur Hansson. 

 - Vit hava so stórar ambitiónir sjálvir sum hópur, at tað eru vit, sum seta yvirleggjaran. Tað eru ikki onnur, sum seta yvirleggjaran fyri okkum, og um vit ætla nakað, so er ein sigur eitt krav, sigur miðvallarin.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095