Fimleikur: Nøgdar við kappingina

Fimleikur: Nøgdar við kappingina
Rósan úr Støkk og unglingarnir Ara úr Ljósinum hava ongan havt at kappast við í vetur. Hóast tær vóna, at júst tað broytist næsta ár, halda tær, at tær hava lært nógv í ár
19.05.2025 - 13:29

Rósan ger sonevnda fría íðkan ella short program, og tær fingu sítt besta úrslit hetta kappingarárið, tá FM-finalan var sunnudagin. Kvinnurnar úr Støkk fingu 16,77 stig frá dómarunum, eftir at hava fingið 16,67 í undankappingini leygardagin.

Unglingarnir Ara úr Ljósinum vóru eisini á gólvinum fyri seinastu ferð hetta fimleikaárið. Tær fingu 18,23 í finaluni og 18,55 í undankappingini dagin fyri.

Felags fyri hesi bæði liðini er, at tær hava ongan havt at kappast ímóti í vetur. Tað er ikki optimalt, eru liðini samd um, og tey vóna, at tað broytist næsta ár. Kortini eru tey væl nøgd við kappingarárið og siga seg hava lært nógv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481