- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sissal vónar at enda í ovaru helvt
Málið hevur frá byrjan verið at koma við í sjálva finaluna, men nú tað málið er rokkið, verður nýtt máll sett. - Eg vóni at enda í ovaru helvt, sigur føroyska stjørnan. 26 lond dystast í kvøld, og tí er vónin at klára minst eitt 13. pláss.
Á stuttum tíðindafundi í morgun segði føroyski songfuglurin, at hon er væl fyri á sjálvum finaludegnum. Hon hevur sovið væl, og nógv umrødda krímið tykist ikki nerva.
Sissal fer á pall sum nummar 22 í kvøld, og tað meta serfrøðingar vera eina góða plasering.
Hon kemur eftir stilla sangin hjá Portugal, og áðrenn sauna-veitsluna hjá stórfavorittunum, Kaj.
Í løtuni meta veddingarfyritøkurnar, at Sissal fer at enda á 18. plássi tá avtornar, men føroyingurin hevur longu prógvað, at hon ikki leggur so nógv í tað, sum verður spátt.