Sissal Jóhanna er rørd av øllum kærleikanum og stuðlinum úr Føroyum

Sissal Jóhanna er rørd av øllum kærleikanum og stuðlinum úr Føroyum
Hóast Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ikki sleppur at hava Merkið við sær til seinnu Eurovision-hálvfinaluna í kvøld, so hevur hon Føroyar og føroyingar við sær í hjartanum
15.05.2025 - 13:34

"Hey føroyingar! Eg eri vil bara siga túsund takk fyri alla stuðulin, og eg eri ræðuliga errin av at vera føroyingar, og ordiliga rørd av, hvussu øll standa saman um hetta her."

Soleiðis sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen í einari heilsan til allar føroyingar, nú niðurteljingin til hennara Eurovision-luttøku av álvara er byrjað. 

Beint nú vænta veddingarfyritøkurnar ikki, at Sissal Jóhanna og "Hallucination" megna at vinna Danmark fyrsta finaluplássið síðani 2019. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Í løtuni liggja Sissal Jóhanna og "Hallucination" á einum 14. plássi hjá veddingarfyritøkunum, og tað er eitt fitt fet upp til 10. plássið, ið gevur atgongd til finaluna. 

Men týskvøldið tóku veddingarfyritøkurnar so dyggiliga feil, tá bæði Ísland og Norra, ið tað ikki varð vænta fór at røkka finaluna, sungu seg í finaluna. 

Kringvarp Føroya sendir Eurovision-hálvfinaluna í kvøld og finaluna leygarkvøldið, og tað verður eingin annar enn okkara egni Gunnar Nolsøe, ið er frásøgufólk. 

Gleði tykkum til eina sera, sera, sera leskiliga og spennandi sending. 


Mynd: Ritzau / Scanpis

 

Hvat: Eurovision Song Contest
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld kl. 20
Hvør: Gunnar Nolsøe er frásøgufólk

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juni
Morgunlestur leygardagur 21. juni 2025
193346
Fríggjadag 20. juni
Vikuskiftið 20 juni 2025
193562
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. juni
Krígsbørnini (2:2) - teknmálstulkað
193572
Fríggjadag 20. juni
Krígsbørnini (1:2) - teknmálstulkað
193571
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193570
Fríggjadag 20. juni
Veðrið
193565
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532