Sissal Jóhanna: "Eg havi eina góða búkkenslu"

Sissal Jóhanna: "Eg havi eina góða búkkenslu"
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er væl nøgd við síðstu royndirnar í gjár, tamarhald er á kríminum, og hon er klár til at gera sítt allarbesta í kvøld
Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vónar, at føroyingar kunnu vera ernir av sær
15.05.2025 - 11:45

Klokkan átta í kvøld er seinna hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini í Basel.

Føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen fer á pall við sanginum "Hallucination" sum nummar 11 av 16 luttakarum, ið skulu royna at vinna sær eitt av 10 plássum í finaluni. 

Í gjár vóru tvær royndir í høllini, har allir luttakarat sungu sínar sangir.

Sissal er væl nøgd við sína framførslu. Røddin er lukkutíð nógv betri, og hon stúrir ikki fyri vokalinum.

"Líkamikið hvussu tað endar, so vóni eg, at føroyingar kunnu vera ernir av mær," sigur hon. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264