Eurovision 2025: "Úrslitið av fyrru hálvfinaluni gevur vón fyri Sissal"

Eurovision 2025: "Úrslitið av fyrru hálvfinaluni gevur vón fyri Sissal"
Til fyrru Eurovision-hálvufinaluna sluppu lond sum Ísland í finaluna, ið tað annars ikki var roknað við, og gevur vón fyri Sissal Jóhonna, halda danskir serfrøðingar
Eurosong.dk
Carsten Nilsson og Morten Madsen frá donsku Eurovision-fjeppararsíðuni Eurosong.dk eru varsiliga bjartskygdir um møguleikarnar hjá Sissal Jóhonnu at syngja seg í finaluna
14.05.2025 - 14:21

Morten Madsen og Carsten Nilsson hava stóru donsku Eurovison-fjepparasíðuna Eurosong.dk

Teir hava verið til hópin av Eurovison-sangkappingum millum ár og dag, og framleiða eisini nógv tilfar um Eurovision og Melodi Grand Prix restina av árinum. 

Tískil mugu teir báðir roknast sum serfrøðingar á økinum. 

 

Nógv óvæntað úrslit

Hóast veddingarfyritøkur ikki geva Sissal Jóhonnu stórar vónir um at sleppa í Eurovision-finaluna, so gevur úrslitið av fyrru hálvfinaluni hálvfinaluni vón fyri Sissal. 

"Tað hendi tað, at fleiri lond, ið eingin tippaði fór at koma í Eurovison-finaluna, komu tað, og tað gevur okkum vón um, at Sissal kann gera tað sama," halda teir báðir Eurovision-fjeppararnir. 

Morten Madsen og Carsten Nilsson royna tó ikki at káva útyvir, at tað fer at ríða um snarið hjá Sissal at røkka finaluplássinum. 

"Tað verður trupult, men vit eru varsiliga bjartskygdir," siga teir. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337