Sissal Jóhanna skal tiga, men tað er lættari sagt enn gjørt

Sissal Jóhanna skal tiga, men tað er lættari sagt enn gjørt
Sissal Jóhanna hevur fingið krím og skal hvíla røddina fram til hóskvøldið. Tað merkir, at hon ikki skal tosa so nógv, sum hon plagar, ið kann vera ein avbjóðing, ásannar hon
Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix
13.05.2025 - 15:09

"Tá eg eri liðug við samrøðuna við tykkum, so skal eg tiga og ikki tosa meira, men eg dugi illa at tiga, men tað verið eg noydd til," sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn. 

Hóskvøldið skal hon royna at syngja Danmark í Eurovision-finaluna við sanginum "Hallucination". 

Ólukku í eyga, so hevur Sissal Jóhanna fingið krím, og tað hevur eisini merkt røddina. 

"Eg havi verið hjá lækna í dag, tí røddin er viðbrekin enn. Eg fekk ein kikari inn gjøgnum nøsina og niður í hálsin, og har sóu tey, at raddarbondini eru hvít, og tað er gott og merkir, at bruni ikki er í teimum. Eg havi tað fínt, og tað skal nokk ganga." 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567