Nógv lomb eru komin

Nógv lomb eru komin
Vit eru í hægstu lembingartíð, og bøndur lata væl at
12.05.2025 - 19:25

Í haganum Norðuri í Haga, sum er Millum Fjarða í Eysturoynni, letur Líggjas Húsgarð, bóndi, væl at lembingini.

Hagin hoyrir til Gøtu og er tíggju merkur. Tað eru 260 áseyðir í haganum, og nógv er at gera hesa tíðina á árinum.

 

Fýrlemba á Viðareiði

Flestu ær lemba eitt lamb, men óvanligt er ikki um ær kemur við tveimum.

Á Viðareiði er tað óvanliga hent, at ein ær hevur lembt fýra lomb.

Tað er 91 ára gamli Markus Sørensen, sum eigur ærina, sum fekk fýra lomb. 

Bæði í fjør og í fyrrárið var hon trílemba.

Tað eina lambið er síðani deytt og eitt er tikið burturfrá og er nú heimalamb.

 

Veðrið ávirkar

- Veðrið ávirkar nógv gongdina í haganum, sigur Líggjas Húsgarð.

Men í 2015 mundi gingið heilt galið, tá ið tað kavaði sera illa. 

Men bóndin fekk bjargað nógvum lombum. 

- Nú gongur væl, og vit gloyma, at tað gekk illa, sigur Líggjas Húsgarð. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264