Billiard: Páll fyri fjórðu ferð

Billiard: Páll fyri fjórðu ferð
Við sigri á Ólavi Kjølbro tryggjaði Páll Heri Nolsøe sær føroyameistarasheitið í billiard fyri einstaklingar fyri fjórðu ferð
Billiardsamband Føroya
Páll Heri Nolsøe fór avstað við steypunum, tá FM-kappingin var í Fuglafirði um vikuskiftið
28.04.2025 - 17:45

Við sannførandi sigri á Ólavi Kjølbro tryggjaði Páll Heri Nolsøe sær føroyameistaraheitið í billiard fyri einstaklingar.

Hetta er fjórða ferðin, at Páll Heri Nolsøe vinnur FM-heitið í billiard.

Tvøramaðurin lokaði dystin við 500 eygum móti 430 eftir einans 12 umfør.

Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro spældu eisini finalu fyri tveimum árum síðani. Tá vann Ólavur Kjølbro sítt fyrsta FM-heiti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306