Hýruvognsførari ónøgdur nú Klaksvíkar kommuna umsitir hýruvognsloyvini

Hýruvognsførari ónøgdur nú Klaksvíkar kommuna umsitir hýruvognsloyvini
Magni Fles heldur lítið um tað, at Klaksvíkar kommuna nú umsitir loyvini at koyra hýruvogn í kommununi
20.03.2025 - 19:38

Magni Fles, ið koyrir hýruvogn í Klaksvík heldur lítið um tað, at hýruvognsreglugerð fyri Klaksvíkar kommunu er komin í gildi, so tað nú er kommunan, sum umsitur hýruvognsloyvini.

Nú er tað býráðið í Klaksvík, sum gevur hýruvognsloyvi í kommununi. Talan er um eitt loyvi til ein hýruvogn, og loyvið kann takast aftur, um tað ikki er í brúk í tríggjar mánaðir.

Magni Fles sigur, at kommunan hevur áður umsitið hýruvognsloyvini í kommununi, men tað hevði við sær, at fleiri hýruvognsførarar góvust við at koyra hýruvogn. 

Magni Fles heldur, at tað er óneyðugt hjá kommununi at umsita hýruvognsloyvini, tí nú eru tað so fáir hýruvognsførarar eftir í Klaksvík.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949