Árni endiliga við aftur

Árni endiliga við aftur
Árni Frederiksberg er aftur á føroyska fótbóltslandsliðnum eftir hálvsætta ár uttanfyri. Sum tíðin er liðin, hevur mann ynskt at sloppi við aftur meir og meir, sigur vongurin
Bárður Lydersen
10.03.2025 - 20:39

32 ára gamli KÍ-spælarin Árni Frederiksberg er við aftur á landsliðnum eftir sjálvvalda útlegd í meir enn fimm ár.

 - Mann hevur verið burtur frá í eina tíð, og tað hevur altíð brent í mær at sleppa aftur á landsliðið, sigur runavíkingurin, sum seinast spældi fyri Føroyar undir Lars Olsen í 2019.

 - Umstøður og annað gjørdu, at mann valdi tað frá tá, men sum tíðin er liðin, hevur mann ynskt at sloppi við aftur meir og meir.

 

Hann hoyrir heima á landsliðnum

Árni Frederiksberg hevur fyrr fingið tilboð um at koma aftur á landsliðið, men hevur borið seg undan. Nú er lagaliga løtan komin við nýggjum venjaratoymi og broyttum umstøðum.

Vongurin slær fast, at hann er við undir somu treytum, sum allir hinir í 23 mans stóra hópinum, sum skal royna seg í HM-undankappingardystum ímóti Kekkia og Montenegro seinni í mars.

 - Hann hoyrir heima á landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari.

 - Vit hava spurt hann, um hann er áhugaður, nú vit fara undir eitt nýtt tíðarskeið á føroyska landsliðnum, og um hann er tøkur. Hann hevur so hugsað seg væl um, og hevur boðað frá, at hann er tøkur, og so halda vit, at tað er sjálvsagt, at vit taka hann út.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567