Klaksvík vertur á fyrsta sinni

Klaksvík vertur á fyrsta sinni
Fyri fýra árum síðan byrjaði estetiski fimleikurin í Klaksvík, og um vikuskiftið hýsti Klaksvíkar Fimleikafelag síni fyrstu kapping
24.02.2025 - 13:34

Estetisku íðkararnir hjá Klaksvíkar Fimleikafelag royndu seg á heimagólvi fyri fyrstu ferð, tá steypakapping var um vikuskiftið.

Tað eru umleið fýra ár síðan, at KF fór undir estetiskan fimleik av álvara, og nú var tíð upp á at felagið bjóðaði seg fram sum vert.

 - Vit eru heilt ótrúliga væl nøgd. Hetta er ræðuliga stórt, og her hava verið ekstremt nógv fólk, segði Joan Finnsdóttir Joensen úr KF.

Fríða Sundsskarð hevur gjørt estetiskan fimleik í Klaksvík øll fýra árini, og er nú komin upp í gentualdursbólkin saman við liðfeløgunum í Vita.

 - Tað er ræðuliga stuttligt at sleppa at kappast heima. Tað verður meir avslappandi, og mann fer heim til venjarar. Ja, mega stuttligt, segði hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891

Meira um sama evni