Átøk at fyribyrgja yvirvekt

Átøk at fyribyrgja yvirvekt
Norðurlendsku krabbameinsfeløgini hava gjørt fimm tilmælir, sum tey heita á politiska myndugleikan um at seta í verk
10.02.2025 - 19:25

Alsamt fleiri viga ov nógv í Norðurlondum, tí koma norðurlendsku krabbameinsfeløgini við fimm átøkum, sum skulu fyribyrgja yvirvekt serliga millum børn og ung.

Sambært krabbameinsfeløgunum økir yvirvekt m.a. um vandan fyri at fáa 15 ymisk sløg av krabbameini.

Eisini her heima hevur Krabbameinsfelagið vent seg til politiska myndugleikan við niðanfyri nevndu tilmælum: 

-Skattapolitisk átøk skulu setast í verk, sum gera tað lættari fíggjarliga at velja heilsugóðan kost. Átøkini skulu samstundis minka um sølu, keyp og nýtslu av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
- Marknaðarføringslógin skal tillagast og herðast soleiðis, at hon fer at avmarka marknaðarføring av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
- Mat- og drykkivørur skulu merkjast betur, so at keyparin hevur møguleikan at kunna seg um, hvat er í vøruni.
- Vit skulu hava  heilsupolitikk í skúlunum, sum bæði stuðlar undir sunnar kostvanar og kropsliga rørslu í skúlunum.
- Fleiri fyribyrgjandi politikkir afturat, sum gera tað fíggjarliga møguligt og lættari at fáa hendur á heilsugóðum mati og at vera meira kropsliga virkin á øllum almennum stovnum og øll barnaárini.  
Tilmælini eru grundaðar á dátur og tilfar úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238