Avboð sendir U21-hondbóltslandsliðið til HM

Avboð sendir U21-hondbóltslandsliðið til HM
Ný Sæland hevur givið avboð, so føroyska U21-landsliðið fer til HM-endaspælið í Póllandi í juni
04.02.2025 - 19:36

U21-hondbóltslandsliðið skal alíkavæl til HM-endaspælið, sum verður í Póllandi í summar. Liðið gjørdist annars júst ov stutt at spæla seg til HM-endaspælið í fjør summar, men nú hevur Ný Sæland givið avboð.

Hondbóltssambandið fekk fyrispurning um HM-luttøku í farnu viku, og tað tók ikki langa tíð at koma til ta niðurstøðu, at liðið skuldi við til HM. 

Lutakastið til bólkaspælið hevur longu verið, og Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Norðurmakedonia og Rumenia.

Tað vera ikki nógvar fyrireikingar hjá U21-landsliðnum frá nú og fram til í summar, men tvær vikur frammanundan endaspælinum, verður liðið samlað.

Óli Mittún hevur havt spælt nógv tey seinastu tvey árini - bæði við IK Sävehof, A-landsliðnum og ungdómslandsliðum, og hann skiftir til GOG í summar, men landsliðsvenjarin letur eina hurð standa opna fyri unga hoyvíkinginum.

U21 HM-endaspælið verður í Póllandi í døgunum frá 18. juni – 29. juni, og landsliðsvenjarin, Djóni Gaard Joensen, hevur góðar vónir til endaspælið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201