31 milliónir fyri óbrúktan streym

31 milliónir fyri óbrúktan streym
Meira enn ein triðingur av vindorkuni úr Flatnahaga og Gellingarkletti fer fyri skeyti. Men SEV er bundið til at keypa allan streymin úr lundunum, eisini tað, sum fer burtur
17.01.2025 - 19:37

Tað er grønt - og tað er bíligt. Men jaliga søgan um vindorkuna hevur eisini sínar skuggasíður. Nógv vindorka fer til spillis - og hana er SEV bundið til at gjalda fyri:

 

Tvær privatar vindmyllulundir eru í Suðurstreymi. Magn og LÍV eiga eina lund í Flatnahaga, og Effo og Vindrøkt eiga eina í Gellingarkletti.

Síðani 2022 hava tær framleitt tilsamans 225 gigawatttímar av streymi inn á netið hjá SEV. Men tær kundu framleitt 357 gigawatttímar. Og henda munin, sum er 132 gigawatttímar, skal SEV eisini rinda fyri. Rokningin fyri tað er 30,9 milliónir krónur.

 

Tá vindmyllulundirnar vórðu bjóðaðar út, var tilboðsprísurin smá 22 oyru fyri kilowatt-tíman í Gellingarkletti og góð 23 oyru fyri kilowatt-tíman í Flatnahaga. Men av tí at SEV er bundið at rinda fyri alla framleiðsluna, eisini tað sum ikki kann gagnnýtast, so er miðal prísurin fyri grøna streymin úr teimum báðum vindmyllu'lundunum 36,7 oyru fyri kilowatt-tíman.

 

Standandi avbjóðingin hjá SEV er at fáa avlopsstreymin út á netið til kundarnar at brúka. Tað skal gerast við at seta fleiri battarístøðir upp um landið - tað veri seg á Sundi, í Skálafirði og á Sandi. Eisini skal streymurin seljast fyri ymiskar prísir, og soleiðis skulu fólk og fyritøkur fáast at brúka meira streym, tá nógv vindorka verður framleidd.

-Vit skulu fáa gagnnýtt avlopsstreymin, og tað gongur eisini rætta vegin við tí, sigur Bogi Bendtsen, deildarstjóri hjá SEV.

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497