Leita framvegis eftir landsliðsvenjara

Leita framvegis eftir landsliðsvenjara
Málið er at fáa venjaran upp á pláss um ein góðan mánað, tað sigur forsetin í fótbóltssambandinum, nú A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM-undankappingardystir í mars
23.12.2024 - 20:03

Fótbóltssambandið leitar framvegis eftir nýggjum landsliðsvenjara til manslandsliðið, sum skal spæla HM-undankappingardyst móti Kekkia 22. mars.

Håkan Ericson var loystur úr starvi í oktober, og síðani hevur FSF leitað eftir nýggjum venjara.

Ein ráðgevingarfyritøku hjálpir FSF í tilgongdini at seta nýggjan venjara. Í løtuni eru 15 venjarar, sum kunnu hava áhugað, sigur Christian Andreasen.

Nýggi landsliðsvenjarin skal duga at laga seg eftir umstøðunum í Føroyum, sigur FSF-forsetin.

Ein føroysk venjaraloysn er ikki óhugsandi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337