Eftir HM-lutakastið: Landsliðsmálverji vil hava 10 stig

Eftir HM-lutakastið: Landsliðsmálverji vil hava 10 stig
Teitur Matras Gestsson heldur, at Føroyar kunnu fáa 10 stig ímóti Kekkia, Montenegro, Gibraltar og antin Fraklandi ella Kroatia í HM-undankappingini næsta ár
13.12.2024 - 15:32

Føroysku fótbóltsmenninir sluppu heldur ikki at spæla ímóti Onglandi hesa ferð.

 - Prosentini blivu størri og størri, men tað bleiv tað so tíverri ikki, sigur ein av landsliðsmálverjunum, Teitur Matras Gestsson. 

Í staðin komu Kekkia, Montenegro, Gibraltar og taparin av Nations League-fjórðingsfinaluni millum Fraklandi ella Kroatia úr pottinum og í bólk L saman við Føroyum, og Teitur Matras Gestsson og Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, vóru samdir um, at lutakastið til HM-undankappingina var toluligt.

 - Tað týdningarmesta í hesum var, at vit fingu eitt lið, sum var styrkimett undir okkum, segði Oddbjørn Joensen.

Tað var nevniliga ongin sjálvfylgja, at fáa eitt mótstøðuland úr niðasta styrkibólkinum, tí bert helvtin av bólkunum hava fimm lond, meðan hin helvtin hevur fýra. 

 - So sleppur tú undan at spæla venjingardystir, sum liggja í staðin. Tað er meir at spæla um, og vit hava betri kjansir at fáa stig, segði Teitur Matras Gestsson, sum leggur afturat, at Føroyar eiga at fáa 9-10 stig í undankappingini, sum byrjar í mars næsta ár.

 - 9-10 stig høvdu verið øgiliga góð. Um vit fáa seks stig ímóti Gibraltar, hevði tað verið øgiliga gott, og so skulu vit helst fáa nøkur stig afturat í Føroyum, tí har hevur tað víst seg, at her ber alt til, sigur landsliðsmálverjin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115