Folia fyri frið

Folia fyri frið
Plastfolia skal setast á glasveggirnar innanhýsis á Glasi fyrst næsta ár. Orsøkin er, at brúk er fyri betri umhvørvi til næmingar at hugsavna seg í
10.12.2024 - 19:34

Næmingar handan glasveggir í skúlastovunum á Glasi verða ov órógvaðir av tí, sum hendir inni í bygninginum, og tí skal folia á veggirnar.  

At klæða glasveggirnar í skúlastovunum við plastfoliu fer at ávirka inniumhvørvið og eisini útsýnið úr bygninginum, sum er dýrasti bygningur nakrantíð bygdur í Føroyum.

Glasir kostaði 635 mill. kr., tá hann varð liðugur í 2018. 

Skúlin biður nú um tilboð upp á arbeiðið at seta plastfoliu upp, og freist at lata tilboð er týsdagin 17. december. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209