Bartal og Isak tvey met í part

Bartal og Isak tvey met í part
FM á stuttgeil: Bartal Erlingsson Eidesgaard og Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag svumu seg til fleiri nýggj einstaklingamet í nýggja langhylinum
11.11.2024 - 16:30

Isak Brisenfeldt hevði stórar ætlanir í 200 metra firvaldasvimjing. Svimjarin úr Havnar Svimjifelag fór nevniliga eftir, at gerast fyrsti føroyingur, sum svam teinin upp á minni enn tveir minuttir.

Tað eydnast akkurát ikki hjá HS-svimjaranum, sum kortini fekk bæði gull og føroyskt met við tíðini 2.00.21.

 - Eg ætlaði eitt sindur skjótari, men hatta er gott.1,59 er eitt penari tal, og eg vil vera tann fyrsti undir, so tað kemur skjótt, segði Isak Brisenfeldt.

HS-svimjarin setti eisini nýtt føroyskt firvaldsmet á 100 metrum og var væl nøgdur sum heild.

 

Bartal gjørdi eisini bart

Bartal E. Eidesgaard úr sama felag hevði eisini eitt hendingaríkt vikuskiftið. Fríggjadagin tangeraði hann metið hjá Páli Joensen í 100 metur frí við tíðini 50.04, og leygardagin setti hann met í bæði 50 frí og 100 metur bringu. 

Í 50 metra bringu sunnudagin var hann akkurát ov stuttur til føroyska metið.

 - Í gjár roynir hann eftir metinum í 50 frí, og hann er nakrar hundraðpartar uttanfyri. So hevur hann 10 minuttir, áðrenn hann skal royna aftur (í stafettini, red.), og tá ger hann tað, segði formaðurin í Svimjisambandi Føroya. Rókur í Jákupsstovu.

 - Tú tosar um, at mjólkasýran byggist upp í kroppinum. Tá hesir sprintararnir hava koyrt á, eru teir tungir í kroppinum minuttir seinni, men hann ger tað í stafettini. Akkurát sama støða, og tað eri eg ekstremt imponeraður av.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401