Hanus Sørensen: Ov lætt hjá mótstøðuliðunum at skora

Hanus Sørensen: Ov lætt hjá mótstøðuliðunum at skora
Hanus Sørensen var væl nøgdur við at hava skotið sítt fyrsta landsliðsmál, men hann helt, at mótstøðuliðini hava ov lætt við at skjóta mál ímóti Føroyum
13.10.2024 - 22:37

Hanus Sørensen hevði kanska mest at gleðast um av føroysku spælarunum eftir javnleikin ímóti Lettlandi í kvøld. 

Miðvallarin, sum er á veg til slovanskan fótbólt, skeyt sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann legði Føroyar framum fimm minuttir fyri steðgin.

Men eins og liðfelagarnir mátti hann enn einaferð síggja eitt mótstøðulið javna á Tórsvølli. Tað hendi ímóti Norðurmakedónia, tað hendi tvær ferðir ímóti Armenia, og tað hendi aftur sunnukvøldið ímóti Lettlandi.

 - Tað hevur verið ov lætt hjá teimum at skora í seinastuni, segði Hanus Sørensen.

 - Tað skal ikki so forferdiliga nógv til. Tað er ein bóltur upp ígjøgnum síðuna, eitt innlegg og so eru tveir menn í feltinum, og vit dekka ikki ordiliga upp. Tað eru helst eini fimm, seks feilir, sum leiða til málið, men beint nú er tað í so lætt hjá teimum at skora, segði Hanus Sørensen.

Tað var Andrejs Ciganiks, sum fekk eitt sindur ov nógv pláss í vinstru síðu, og hann fann hegnisliga Dario Šits, sum ótarnaður kundi seta innleggið í netið aftanfyri ein hjálparleysan Bárð á Reynatrøð.

Føroyar royndu at svara aftur, men høvdu ilt vit at reisa seg og Lettlandi kundi farið og var í roynd og veru nærri við at fara við øllum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Týsdag 5. november
Brot úr Føroya søgu
183132
Týsdag 5. november
Góðan morgun Føroyar
183127
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920