Bíligari breyð og mjólk: Landsstýrið leitar eftir fígging

Bíligari breyð og mjólk: Landsstýrið leitar eftir fígging
Ætlanin hjá samgonguni um at minka ella avtaka mvg á summar gerandisvørur sæst ikki í nýggjasta fíggjarlógaruppskotinum. Men ætlanin er ikki slept, sigur løgmaður
07.10.2024 - 19:25

- Eg vóni og vænti, at tað verður í 2025.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, til spurningin, nær føroyingar kunnu rokna við at fáa bíligari mjólk og breyð.

Fleiri landsstýrisfólk hava sagt, at meirvirðisgjaldið á gerandisvørur so sum mjólk og breyð skal minkast ella strikast, og tað verður eisini nevnt í samgonguskjalinum. Men í nýggjasta fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri tingið, sæst einki til hesar ætlanirnar.

Landsstýrið leitar eftir fígging til hetta, tí tað skal ikki kosta landskassanum nakað, og tí mugu minkaðu mvg-inntøkurnar finnast aftur onkra aðrastaðni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum væntar, at eitt uppskot verður klárt at leggja fyri Løgtingið um nakrar vikur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. november
Jambalaja - 091124
183353
Leygardag 9. november
Upp á tá - 081124
183350
Leygardag 9. november
Vikan - 9. november 2024
183341
Leygardag 9. november
Morgunlestur leygardagur 9. november 2024
183015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283