Bátadráttur í staðin fyri rampuna í Skopun

Bátadráttur í staðin fyri rampuna í Skopun
Skal ferjurampan flytast úr Skopun, skal økið síggja pent út aftaná, sigur borgarstjórin
13.09.2024 - 19:24

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu ætlar at lata ein bátadrátt byggja á staðnum, har ferjurampan er í dag.

Men hóast borgarstjórin fegin vil hava ferjurampuna av havnarlagnum, so óttast hann, at økið er í vánaligum standi, tá tað verður latið kommununi aftur.
- Tað er hent fyrr, sigur hann.

Fiskimálaráðið fer at biða um 7,5 milliónir í eykajáttan til arbeiðið at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals. Tó er óvist, um hetta verður játtað, og nær arbeiðið kann byrja.

Nógvir møguleikar eru at gera havnarlagið til eitt savnandi stað og verður tað ætlanin við økinum, tá rampan er burtur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV