Teistin hóskar ikki til Suðuroyarleiðina

Teistin hóskar ikki til Suðuroyarleiðina
Stjórin á strandfersluni vil hava eitt betri og størri skip til leiðina
12.09.2024 - 19:25

Thormund Johannesen, skipstekniskur ráðgevi hjá Knud E. Hansen, vísti í Degi og viku hin 10. september á, at tað kundi verið ein loysn til suðuroyarleiðina, at longt Teistan við 20 metrum. Men hesari loysnini ivast stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, í.

Strandfaraskip landsins skeyt sum kunnugt upp fyrr í summar at keypa skipið, Volcan de Taburiente, fyri í alt 250 milliónir krónur, at sigla suðuroyarleiðina saman við Smyrli. Skipið hevði á leið somu stødd og aldur sum Smyril. Men tað var ikki rætta loysnin, metti Landsstýrið.

Stjórin á Strandferðsluni heldur, at kontantprinsippið - hetta, at tá almennir lutir verða keyptir, skal gjaldast fyri teir beinanvegin - átti at verið broytt, so tað til dømis ber til at gjalda fyri eitt skip til Suðuroyarleiðina yvir nøkur ár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390