Meinhard Olsen: Eitt stig aftur

Meinhard Olsen: Eitt stig aftur
Avrikið í tapinum fyri Lettlandi var eitt stig aftur eftir hæli í mun til javnleikin ímóti Norðurmakedónia leygardagin. Tað helt føroyski vongurin Meinhard Olsen
10.09.2024 - 19:43

Eitt stig aftur.

Tað kallaði føroyski vongurin Meinhard Olsen avrikið í 1-0 tapinum fyri Lettlandi í mun til javnleikin ímóti Norðurmakedónia leygardagin.

 - Tað eru ymiskar orsøkir til tað. Vit kláraðu so at lyfta okkum í seinna hálvleiki, og høvdu nakrar góðar støður, men Lettland er betri enn vit í dag, og eg haldi ikki, at vit kunnu vera glaðir fyri okkara avrik, serliga í fyrra hálvleiki, segði Meinhard Olsen.

 

Mugu raka málið

Føroyar hava skorað eitt mál í tveimum Nations League-dystin higartil, og tað kom upp á brotsspark ímóti Norðurmakedónia. Á Skonto-leikvøllinum misnýttu bæði Gunnar Vatnhamar og Petur Knudsen góðar málkjansir.

 - Um vit klára at fáa nøkur skot á málið, fara vit eisini at skora mál. Sjálvt um vit høvdu 10 skotroyndir seinast, høvdu vit bert tríggjar á málið og ein var brotssparkið. So vit mugu raka innan fyri málstengurnar, so skal tað nokk loysna hjá okkum. Støðurnar koma, og tær koma í hvørjum dysti, so eg haldi ikki, at vit skulu fella í fátt, segði Meinhard Olsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390