- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Høvdu ikki neyðugu renniorkuna
Fyrri hálvleikur var ov vánaligur. Tað ásannaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir 1-0 tapið fyri Lettlandi í Nations League.
- Eg eri vónsvikin um fyrra hálvleik, fyrst og fremst. Vit eru ikki á teimum og lova teimum at stýra spælinum alt ov lætt, segði Håkan Ericson.
- Tað kemst millum annað av, at vit ikki standa rætt, at vit mangla orku, og at tað er ov langt ímillum okkara.
Ov tungir á fótum
Føroyski venjarin var nøgdur við innsatsin hjá spælarunum, men helt, at tað sást aftur, at føroyingarnir høvdu spælt ein harðan dyst fyri javnleiki ímóti Norðurmakedónia, meðan lettar hinvegin skiftu nógv út, tá teir longu tíðliga vóru komnir afturum ímóti Armenia.
- Venjingin í gjár sá heldur ikki gott út. Vit hava ikki neyðugu renniorkuna í dag, segði Håkan Ericson.
Sviin tók avleiðingarnar av laka fyrra hálvleikinum í steðginum, tá hann sendi Mads Boe Mikkelsen og Adrian Justinussen á vøllin fyri Jóan Símun Edmundsson og Sølva Vatnhamar.
Vildi einki siga um lettiska málið
Spurdur um umstrídda lettiska málið, tá bólturin kom í hondina á Vladislavs Gutkovskis, sum síðan fekk lagt upp til málskjúttan, Renars Varslavans, vildi Håkan Ericson ikki úttala seg beinleiðis.
- Eg havi ikki sæð tað enn, so eg havi onga viðmerking. Men eg vóni, at nú vit hava VAR við øllum tí keðiliga, sum tað annars hevur við sær, at vit fáa eina rættvísa avgerð. Soleiðis hevur tað verið í teimum støðunum við hond, sum vit hava fingið dømdar ímóti okkum, so eg vóni, at tað er í ordan hesa ferð.