Bjarni Hammer vil hava suðuroyarleiðina viðgjørda

Bjarni Hammer vil hava suðuroyarleiðina viðgjørda
Tað er lívsneyðugt at hava eitt trygt samband um Suðuroyðarfjørð. Tí má politisk avgerð takast um eitt skip afturat skjótast gjørligt. Tað heldur Bjarni Hammer, tingmaður
10.09.2024 - 13:28

Hetta suðuroyarskipið glapp Strandferðsluni av honum í summar, tí landsstýrismaðurin valdi ikki at fara víðari í politisku skipanini um ynskið.

Tað harmast fíggjarnevndarlimurin, Bjarni Hammer, um.

Volcan de taburiente bleiv í staðin selt til Grikkalands fyri umleið 190 milliónir krónur. Fyri at tryggja sær møguleikan, at Strandferðslan eina aðra ferð í einari skjótari vend kann gera eitt skjótt keyp, so eigur politiska skipanini beinan vegin at fara at viðgera møguleikan at geva eina prinsipiella heimild, heldur Bjarni Hammer. Tí eftir hansara tykki er neyðugt at finna eina loysn á suðuroyarleiðini.

Men so er tað búskapurin. Fíggjarlógin hevur stórt hall, langtíðarhaldførið er ikki í lagið, og Búskaparráðið sigur, at bæði íløgurnar og raksturin hjá landinum eru ov høgar.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978