Marius setti nýtt met í skeet

Marius setti nýtt met í skeet
Tórur Fløtt bar favorittleiklutin, men við suverenari skjóting vann liðfelagin úr Sunda Byrsufelag, Marius Joensen, føroyameistaraheitið í skeet við nýggjum føroyskum meti
02.09.2024 - 19:11

Marius Joensen skeyt seg til FM-heitið í skeet við nýggjum føroyskum meti sunnudagin. 

Hann vann á liðfelaganum úr Sunda Byrsufelag, Tóri Fløtt, við 55 leirdúgum ímóti 50 í finaluumfarinum. Gamla metið var 53 leirdúgvur av 60. 

 - Eg fekk tvey 24-tøl innleiðandi, so tað er heilt gott, og so slerdi eg rekord nú í finaluni við at skjóta 55 av 60, so tað kann ikki verða betri, segði Marius Joensen.

Tórur Fløtt hevur havt eitt sera gott ár við millum annað einum silvurheiðursmerki í norðurlandameistarakappingini, men sunnudagin var hann næstbestur.

 - Marius skjýtur ræðuliga væl í finaluni, so har var ikki nógv at gera, segði Tórur Fløtt. Jóhann Fløtt endaði á 3. plássi í kappingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955