Flýgur 800 kilometrar fyri at finna føði

Flýgur 800 kilometrar fyri at finna føði
800 kilometrar fyri at geva unganum føði. So langt kann drunnhvítin flúgva, áðrenn hann vendir heimaftur í reiðrið. Tað vísir stór granskingarverkætlan av drunnhvítum í Nólsoy
29.08.2024 - 19:38

Síðani 2022 eru GPS'arar settir á drunnhvítar í Nólsoy. Nú byrja granskarar at fáa nýggjar og áhugaverdar upplýsingar.

Ein av upplýsingunum, ið gjørdu granskarar bilsnar, er hvussu langt drunnhvítin flýgur fyri at finna føði til ungan - upp í 800 kilometrar.

- Vit hava dømi um ein drunnhvíta, sum flýgur 350 kilometrar eystur í hav, áðrenn hann vendir heim aftur til ungan. Drunnhvítin er burtur í næstan trý samdøgur, sigur Ben Porter úr Wales, sum kannar og skrivar phd um drunnhvíta. 

Drunnhvítar í Nólsoy eru ringmerktir síðani 1984, men tað er nústani, nú gps'ari verður settur á, at fleiri upplýsingar koma fram. Higartil eru GPS'arar á sjey drunnhvítum, men ætlanin er at fáa á minst níggju afturat í ár. 

Fyri at fáa fatur á drunnhvítunum, eru kassar gjørdir, har drunnhvítarnir fara inn og reiðrast og verpa.

- Um ein vindmyllulund kemur eystan fyri Nólsoynna kann tað ávirka drunnhvítastovnin. Tí má alt kannast nærri, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglaáhugaður.

Granskingarráðið, Hiddenfjord og Umhvørvisstovan stuðla verkætlanini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Mánadag 12. mai
Norðurljóð 12.mai 2025
191324
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687