- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tólmenni vaskar gólvini í Skúlanum á Giljanesi
Tólmenni vaskar gólvini í Skúlanum á Giljanesi
Vága kommuna hevur brúkt 400.000 krónur upp á at ogna sær eitt tólmenni, ið vaskar stóru gólvflatarnar í Skúlanum á Giljanesi
23.08.2024 - 11:00
Tað minnir ikki sørt um R2-D2 úr Star Wars-filmunum, nýggja vaskitólmenni - vaskirobotturin - hjá Vága kommunu.
Vága kommuna hevur valt at brúka 400.000 krónur upp á tólmenni, sum vaskar stóru gólvflatarnar í Skúlanum á Giljanesi.
"Tað ræður um at arbeiða smart heldur enn hart," sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Tólmenni er sjálvvirkandi og dugir sjálvt at skifta skitna vatni út við reint, brúka lyftina í skúlanum og annað. Tað fer ikki beinleiðis í hvønn krók, tí tað hevur trupult við at koma, men tað ger tað tunga arbeiðið fyri vaskikonurnar.
"Eingin vaskikona fer at missa arbeiðið av hesum," lovar Bjarni Prior.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV