Kappróðurin í tungum sjógvi í Vestmanna

Kappróðurin í tungum sjógvi í Vestmanna
Kappróðurin í Vestmanna hevur sæð betri dagar. Á heimasjógvi á fjarðastevnu hevði VÍF-kappróður bert tvær barnamanningar við
02.07.2024 - 20:31

Hjá fleiri feløgum hava tey merkt ein øktan áhuga fyri at rógva síðstu árini, men í Vestmanna er kappróðurin í tungum sjógvi.

Á heimasjógvi á fjarðastevnu hevði VÍF-kappróður bert tvær manningar við, báðar í barnaróðrinum. 

 - Tað líkist ongum, sigur formaðurin í felagnum, Tummas Olsen.

 - Men vit klára heilt einfalt ikki at manna meir í ár. 

Í fjør var Vestmenningur við hjá tíggjumannaførunum, men royndin at manna bátin aftur í ár miseydnaðist.

Áhugin seinastu 10 árini er minkaður nógv, hóast umstøðurnar í Vestmanna eru góðar.

 - Man má altíð royna (at fáa fleiri manningar, red.). Vit royna altíð, men vit fáa ikki gjørt meir enn at appellera til tey. Eg fái ikki sett tey í bátarnar, sigur Tummas Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV