100 ferðir Jannie og Jarnbardur

100 ferðir Jannie og Jarnbardur
Róðurin á fjarðastevnu var serstakur fyri Jannie Dam Jacobsen. Garvaða róðurskvinnan vann nemliga sín FM-róður nummar 100 við 6-mannafarinum Jarnbardi
Jannie Dam Jacobsen er mest vinnandi róðrarfólki í Føroyum. Nú eigur hon 100 FM-róðrar við Jarnbardi
04.07.2024 - 10:00

Tá tosað verður um føroyskar kappróðrarpersónligheitir slepst illa uttan um Jannie Dam Jacobsen.

Garvaða róðurskvinnan á seksmannafarinum Jarnbardi hevur róð kapp síðan 1996, og á fjarðastavnu kundi hon vinna FM-róður nummar 100 í bláa bátinum hjá Knørri.

 - Tað ætli eg mær hundrað prosent sikkurt, segði Jannie Dam Jacobsen undan róðrinum í Vestmanna.

SÍ EISINI: Vangamynd av Jannie Dam Jacobsen frá 2018

 

Vunnu sum vanligt

Eingin var bilsin av, at tað eydnaðist Jannie Dam Jacobsen og bátsfeløgunum. Eins og undanfarnu árini, er Jarnbardur nógv bestur hjá seksmannaførunum, og róðrarkvinnan reistist og fegnaðist um sigur nummar 100 saman við 'sínum' Jarnbardi. 

 - Hetta er ein serligur dagur. Serliga, tí tað er Jarnbardur. Eg havi vunnið 100 gull, men nú vann eg 100 gull á Jarnbardi. Eg havi róð 127 róðrar og havi vunnið 100. Tað er nokkso gott, segði ein fegin róðurskvinna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744