Vár og Elisabet lyftu um kapp

Vár og Elisabet lyftu um kapp
Vár Guriardóttir Hansen úr Megingjørð og Rógvi Sørensen úr Burn Íðkarum blivu føroyameistarar í styrkilyfting um vikuskiftið. Kappingin var spennandi - serliga hjá kvinnunum
24.06.2024 - 16:57

Vár Guriardóttir Hansen og Rógvi Sørensen blivu føroyameistarar í styrkilyfting, ið Burn Íðkarar leygardagin skipaðu fyri.

Hjá kvinnum var kappingin hørð. Vár Guriardóttir Hansen úr felagnum Megingjørð fekk 81,11 stig, og Elisabet Vang, sum var komin heim úr Norra at lyfta, fekk 78,6 stig. 

 - Eg havi tað øgiliga gott. Tað er langt síðan, eg havi verið so errin av mær sjálvari, segði Vár Guriardóttir Hansen, sum eisini hevur gjørt vart við seg í kapp- og inniróðri.

 

Rógvi ónøgdur við avrikið

Rógvi Sørensen úr Burn Íðkarum var favorittur hjá monnum, og hann vann eisini kappingini sannførandi við 85 stigum. Andri Dam úr sama felag endaði á 2. plássi við 80 stigum.

Hóast hann gjørdi slætt borð, var Rógvi Sørensen ikki nøgdur við avrikið.

 - Tú kappast ímóti tær sjálvum, og um tú megnar at flyta teg hvørt ár, so vinnur tú í teoriini. Tað havi eg ikki gjørt í ár, og tí føli eg, at eg kann ikki ordiliga vera nøgdur við avrikið, segði hann. 

Fýra kvinnur og átta menn kappaðust í trimum greinum, beinbendi, bonkpressi og rættstøðulyfti, og besta lyftið av trimum í hvørji grein taldi. Vinnarin var funnin eftir einum frymli, sum mátar avrik í mun til kroppsvekt, sonevnda IPF-GL stigaskipanin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182