Ukrainsk flóttafólk í bíðistøðu

Ukrainsk flóttafólk í bíðistøðu
Í mai samtykti løgtingið uppskotið um at taka 50 flóttafólk aftrat úr Ukraina, men danska kunngerðin um lógarbroytingina er ikki lýst fyrr enn í dag
21.06.2024 - 19:24

Rætting klokkan 21.30: Í innslagnum verður sagt, at kunngerðin var lýst í Danmark 4. juni. Tað er ikki rætt. Hon var lýst av donsku myndugleikum í lovtidende 14 dagar seinni, 18. juniHon kann ikki lýsast í Føroyum, fyrr enn hon er lýst í Danmark. 

--

Løgtingið samtykti fyri hálvum øðrum mánaði síðani uppskotið hjá løgmálaráðnum um at taka 50 flóttafólk aftrat úr Ukraina, so kvotan fer úr 200 flóttafólkum upp í 250.

Men í móttøkuhúsunum hjá Reyða krossi Føroya í Havn bíða 22 ukrainsk flóttafólk eftir, at umsókn teirra um uppihaldloyvi verður viðgjørd.

Orsøkin til, at umsóknirnar ikki eru viðgjørdar enn, er, at kunngerðin ikki er lýst - fyrr enn í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV