Bronsu í fyrstu Champions League-royndini

Bronsu í fyrstu Champions League-royndini
Elias Ellefsen á Skipagøtu og týska felag hansara, THW Kiel, endaðu á triðja plássi í Champions League-endaspælinum, tá tað eydnaðist at koppa Magdeburg í bronsudystinum
10.06.2024 - 15:33

Fyrsta royndin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Champions League endaði við sigri á Magdeburg og bronsuheiðursmerkjum.

 - Tað er sjálvandi stuttligt. Nú høvdu vit ein øgiliga vánaligan dyst í gjár, so tað var deiligt at enda árið við einum sigri, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Eftir skuffandi stórtap í hálvfinaluni fyri spanska stórliðnum Barcelona, vann THW Kiel 32-28 á týsku meistarunum. Ein dystur, sum føroyski spælskiparin ikki fekk nógva spælitíð í.

 - Nei, eg hevði sjálvandi vónað, at eg spældi eitt sindur meir. Eg fekk eini fýra minuttir ímóti endanum av dystinum - eini tvey, trý álop - tað er, hvat tað er. Vit vunnu, so tað er líkamikið, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Við bronsuni endar fyrsta kappingarárið hjá føroysku hondbóltsstjørnuni fyri norðurtýska stórfelagið, sum umframt Champions League brosuna fekk fjórða pláss í týsku landskappingini.

 - Tað hevur verið nógv upp og niður. Vit hava sum so gjørt tað gott í Champions League. Í Bundesliguni hava vit ikki gjørt tað gott. Vit høvdu sjálvandi vónað meir hetta vikuskiftið eisini, so hetta var eitt ár við nógvum upp- og niðurtúrum.

Ímillum allar tær stóru upplivingarnar hetta kappingarárið, var EM-endaspælið í Týsklandi kortini hin størsta.

 - Berlin við landsliðnum var øgiliga stórt. Tað var øgiliga stuttligt. Tað er nakað, vit hava droymt um allir samlir, síðan vit vóru heilt ungir - at vera við til eitt endaspæl við Føroyum. So tað er heilt klárt hæddarpunktið í ár, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum nú er sloppin í summarfrí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182