Føroyar - Grikkaland beinleiðis í sjónvarpinum og á KVF Sjón

Føroyar - Grikkaland beinleiðis í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Kvinnlandsliðið í fótbólti spælir seinnapartin EM-undankappingardyst móti Grikkalandi á Tórsvølli. Dysturin, ið byrjar klokkan 16.45, verður sendur beinleiðis í KVF
04.06.2024 - 12:59

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann fríggjadagin ein sera kærkomnan sigur, tá tær smurdu Andorra av 4-0 í EM-undankappingardysti á Tórsvølli. Málini skutu Sunniva Willemoes, Ásla Johannesen, Birita Ryan og so debutanturin á A-landsliðnum hendan dagin, Petra Sigvør Snedker Hoydal. 

Sjálvsálitið er tískil í topp, nú kvinnurnar í dag taka ímóti Grikkalandi á Tórsvølli í EM-undankappingini. 

Sí eisini: Gott lag undan grikskari vitjan

Føroysku kvinnurnar iðraðu seg um, at tær taptu tepurt við einum máli móti Grikkalandi á útivølli. 

Støðan undan dystinum í dag er hendan. 

 

Hvat: Føroyar - Grikkaland
Hvar: í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: í dag, týsdagin, kl. 16.20

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juli
Radio Kollafjørð (5:11)
178431
Mikudag 24. juli
Eydna Skaale
178402
Mikudag 24. juli
Morgunlestur mikudagur 24. juli 2024
178381
Mikudag 24. juli
Morgunlestur týsdagur 23. juli 2024
178380
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182