Badminton: Wong nýggjur landsliðsvenjari

Badminton: Wong nýggjur landsliðsvenjari
Fai Yin Wong skal avloysa Sune Gavnholt sum venjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum. Badmintonsamband Føroya hevur gjørt trý ára sáttmála við 30 ára gamla venjaran
03.06.2024 - 18:11

Fai Yin Wong fær uppgávuna at fyrireika bestu føroysku badmintonspælararnar til komandi Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum og teimum í Føroyum í 2027. Hann avloysir Sune Gavnholt sum venjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum.

Fai Yin Wong hevur verið hjálparvenjari hjá landsliðnum síðstu fýra árini, og hann hevur fingið høvuðsvenjarastarvið í kapping við meir enn 10 aðrar umsøkjarar. 

30 ára gamli venjarin úr Malaysia hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá Havnar Badmintonfelag síðan 2019, og skal halda fram har næstu trý árini.

 - Vit eru heilt sannførd um, at vit við Wong hava fingið rætta persónin at útinna ætlanir okkara í verki, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í Badmintonsamband Føroya.

 - Við einum trý ára sáttmála við Wong hevur BSF nú skapt tryggar karmar fyri eini menning av badmintonhópinum fram ímóti Oyggjaleikum á Orknoyggjum næsta summar og í Føroyum í 2027, skrivar BSF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Týsdag 10. desember
Breddin: Politiska skipanin um fráflyting
184891
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812