USA er kloyvt í tvey

USA er kloyvt í tvey
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein fyrrverandi amerikanskur forseti dømdur at vera brotsmaður. Hetta kloyvir USA
31.05.2024 - 19:45

Fá høvdu væntað tað, men eftir at hava voterað í tveir dagar, gjørdust allir 12 nevningarnir samdir um, at Trump er sekur. Og teir eru enntá samdir um, at Trump er sekur í øllum 34 ákærunum í ákæruritinum.

Sokallaða hússj málið snýr seg um, at Donald Trump skal hava brúkt almennar pengar, sum vóru markaðir til valstríðið, til at rinda pornostjørnuni, Stormy Daniels, fyri at fáa hana at tiga um kynsliga sambandið, sum tey høvdu havt. Hetta var upp undir seinasta forsetaval.

Tað var ákæruvaldið í New York, ið hevði reist málið. Og í gjárkvøldið fall so dómurin. Donald Trump er dømdur sekur í øllum 34 ákærum.

Rætturin skal nú til at viðgera revsingina. Dómarin hevur boðað frá, at revsingin verður ásett tann 11. juli, sum fýra dagar fyri, at republikanararnir formliga skulu gera av, hvør verður forsetavalevni. Revsiramman er upp í fýra ára fongsul.

Grátur, gleði og vreiði. Tað eru nakrar av kenslunum, sum merkja amerikanska samfelagið eftir dómin í gjárkvøldið.

Men Trump stuðlarnir eru trúgvir og ætla ikki, at dómurin skal ávirka valið. Í øllum førum ikki skeiva vegin.

Fyrireikingarnar til valið halda fram sum vanligt, og stuðulin er framvegis har.

Og so er tað hin legan, sum heldur, at USA ikki kann hava ein forseta, sum er lygnari og dømdur brotsmaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Fríggjadag 11. juli
Morgunlestur fríggjadagur 11.juli 2025
194083
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. juli
Veðrið
194338
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098