Eingi eplir at fáa

Eingi eplir at fáa
Verkfallið rakar nú vanligastu gerandisvørurnar. Á handilshillunum ber ikki til at finna eplir, egg og ger
21.05.2024 - 19:33

Nú verkfallið hevur vart í eina viku, sæst tað aftur í matvøruhandlunum og oljusølunum kring landið. 

Í matvøruhandlum eru tað serliga hillarnar við grønum, ið eru tómar. Eplir eru eingi eftir og lítið er av salati og øðrum frískum grønmeti. Heldur eingin egg eru at fáa og tað sama ger seg galdandi fyri bleytt ger. 


Diesel tómt í flestu støðum
Hjá oljufeløgunum Effo og Magn hava flestu sølustøðir einki diesel eftir og um nakrar dagar er helst einki bensin eftir, siga oljufeløgini. Á heimasíðuni hjá Effo og Magn ber til at síggja, hvat slag av olju er eftir og hvar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574